Sjófrágreiðingin verður í morgin

Størsti parturin av skipsbrotnu fiskimonnunum fer væntandi heim aftur til Russlands seinni í dag. Fimm av manningini mugu bíða nakrar dagar afturat, tí sjófrágreiðingin verður fyrrapartin ímorgin

Fyrrapartin í dag vórðu skipsbrotnu fiskimenninir á Olshanu staddir í Sørvági. Arbeitt verður nú við at leiga eitt flogfar, sum eftir ætlan skal flúgva manningina, ið telir 35 mans, heim aftur til Russlands seinni í dag. Fimm av manningini, har ímillum skiparin og fyrsti stýrimaður, mugu tó bíða, tí sjófrágreiðingin verður kl. 8 í morgin fyrrapart.

Árni Dam, russiskur konsul og umboðsmaður hjá russiska reiðarínum, sigur, at manningin hevur tað gott eftir umstøðunum.

- Øll hava verið sera hjálpsom, og manningin hevur møtt stóra vælvild allastaðni frá, sigur Árni Dam.

Manningin hevur fingið innivist í Kommunuskúlanum í Havn og í Vallaraheiminum við Hotel Føroyar. Í nátt vórðu allir menninir savnaðir í Sørvági – har teir fingu innivist ávikavist á Hotel Vágum og hjá privatum í bygdini.

Russiski skiparin, sum fekk insulinsjokk og varð fluttur við skjóttgangandi báti til lands og beint á Landssjúkrahúsið, hevur tað betur. Hann er útskrivaður og er nú staddur í Sørvági saman við restina av manningini.

Sum skilst hava tey leitað eftir leiguflogfari alt vikuskiftið, og sambært Árna Dam stóð eitt flogfar í boði longu fríggjakvøldið, men tokan á flogvøllinum gjørdi, at hetta bleiv av ongum.