Bóltfelagið B36 hevur gjørt nýggjan sáttmála við venjaran Tomislav Sivic. Sivic leiddi í ár B36 til sítt fyrsta FM-heitið í 35 ár, og tað er líkasum eingin orsøk til at skifta venjaran út eftir eitt slíkt ár.
Vit bíðaðu við at taka avgerð um venjaran fyri næsta ár til vit vitstu úrslitið fyri í ár, men eftir dystin móti VB hava vit gjørt nýggjan sáttmála við Tomislav Sivic, sum sostatt verður venjari hjá okkum komandi kappingarár eisini, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36 við Ítróttarsosialin.