Tað fyrsta kommunuvalið síðan i avgerðina av leggja tær grønlendsku kommunurnar saman var í gjár. Uppstillingin var stórt sæð bara flokspolitisk, og úrslitið varð, at Siumut gjørdist størsti flokkur og fær 34 býráðslimir. Inuit Ataqatigiit gjørdist næststørstur við 18 umboðum, Attassut fekk 15 og Demokratarnir fýra. Til samanleggingina 1. januar 2009 skulu nývaldu býráðini stýra saman við teimum gomlu.