Situr restdóm meðan nýtt verður kannað

Ein 45 ára gamal maður gekk í Føroya rætti mikudagin við til at fara inn at sita restina av einum dómi, meðan nýggjar skuldsetingar verða nærri kannaðar

Eitt ógvuliga illa fyrireikað rættarmál var í Føroya rætti mikudagin. Hetta mál avdúkaði, at í hesum føri var samskiftið millum vaktina og støðini og kriminalpolitiið ikki var nakað at reypa av.
Mikudagin komu tíðindi út frá politinum um, at ein 45 ára gamal maður varð handitkin og skuldsettur fyri m.a. at hava bart ein mann sundur á Marknagilsvegnum týsdagin.
Hetta var tó neyvan so.
Maðurin, sum varð illa brotin á Marknagilsvegnum, varð helst dottin, og tað var ein vika frammanundan, at hesin maðurin við nógvum brotum varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Ógreið melding
Tað var ikki hann, sum meldaði 45 ára gamla mannin, men onkur annar.
Sum skilst siga metingar hjá læknum á Landssjúkrahúsinum, at maðurin helst er dottin.
Torført hevur verið hjá politinum at fáa nakað nærri at vita, tí maðurin er dottin, um hann ikki er sligin, i fylsskapi, og eingi vitni vóru.
Tann 45 ára gamli maður var í grundlógarhoyri mikudagin. I fyrsta umfari var hann skuldsettur fyri at hava lagt á hin mannin, men sum skiltist fer ákæruvaldið at sleppa tí skuldsetingini.
Í rættinum greiddi tann 45 ára gamli maðurin frá, at tann dagin, tá ið hin maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, var hann saman við øðrum persónum og ballaðist. Hann segði eisini, at hann kundi ikki funnið uppá at sligið tann skadda mannin, tí hesin var vinmaður hansara.
Maðurin var annars skuldsettur fyri annan harðskap, roynd at fremja harðskap, helarí og tjóvarí.

Karantenu frá Herberginum
Ein av skuldsetinginum var, at hann var farin til Herbergið í Havn, men hann slapp ikki inn, tí hann hevði karantenu. Skuldsetingarnar móti honum vóru, at hann hevði tveitt eina fløsku móti einum starvsfólki, hevði tikið um hálsin á honum og brotið lásið í hurðini.
Hesum skuldsetingunum noktaði hann seg sekan í.
Ein onnur skuldseting var, at hann hevði útvegað sær og brúkt lykil til at sleppa inn í eini hús, sum standa tóm í Havn.
- Lykil var til eitt kamar í húsunum. Tað er ikki neyðugt at hava lykil til húsini, tí smádreingir hava fyri langari tíð síðan brotið rútirnar, og tað slepst altíð inn gjøgnum vindeyguni, segi maðurin, sum týsdagin varð handtikin í teimum húsunum.
Hann greiddi frá, at ofta vóru fleiri fólk inni í reyðu húsunum, upp i 20 fólk. Har var ofta ball.

Felags lykil
Ein onnur skuldseting var, at hann hevði fingið sær lykil til ølgoymsluna hjá matstovuni Hvonn og hevði verið inni har og fingið sær øl.
Hann hevði ikki stolið nakran lykil. Ein annar maður hevði funnið lykilin í Vágsbotni.
- Hví skuldseta tit meg fyri tað við lyklinum? Eg var bara eina ferð inni og tók øl, og eg var ikki einsamallur. Hasin lyklin hevur verið í hondunum á 30-40 øðrum monnum, segði tann skuldsetti, sum ikki vildi nevna nøvnini á fløøgum sínum.
Hesin maðurin varð í summar dømdur 60 daga fongsulsrevsing m.a. fyri at hava havt lykil til matstovuna Toscana og verið inni og fingið sær løg.
45 dagar eru eftir av tí dóminum, tí í ummar sat maðurin varðhaldsfongslaður.
Tilboðini hjá ákæruvaldinum var, at maðurin fer inn at siga teir 45 dagarnar, sum eftir eru, meðan nýggju skuldsetingarnar verða kannaðar nærri.
Tað gekk hann við til.