Situ­ati­ónsfor­nemm­ilsi – ella arrogansa?

Løgtingið hevur við aðru við­gerð loyvt Fíggj­ar­­mál­a­ráð­num at brúka 900.000 krón­ur til eina nýggja út­hurð í glæstr­iborgini hjá ráð­num úti á Argjum.

Sjálvandi er tað ikki gott, um tað gýsur og fýs­ur gjøgn­um dyrnar í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num. Men bara tað at eitt aðal­ráð - enntá við fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­a­num á odda - kann finna upp á at biða løg­ting­ið um eina eyka­játt­an upp á slaka milli­ón til eina nýggja úthurð í hes­um døg­um, tað sigur, at ó­met­a­liga lít­ið sam­band er mill­um bý­ro­krat­ar­nar í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num og fólkið á gøt­uni.

Góði Jóannes Eid­es­gaard! Fá onkran at bøta um hurð­ina, og brúka hasa slaku milliónina til at »tryggja før­oyska væl­ferð­ar­sam­fel­ag­ið«. Sambært løgmanni skulu tit finna seks milliónir afturat fyri at liva upp til tíni egnu krøv. Droppa tí hasa hurð­ina – so eru bara 11 mill­i­ónir eftir at finna til tess at bjarga føroyska væl­ferðarsamfelagnum.