Sitringarnar vóru alla tíðina

NSÍ tryggjaði sær væntaða sigurin á AB, men avrikið hjá argjamonnum boðaði ikki frá, at teir ætla sær at geva skarvin yvir

Fótbóltur

 

Lagið er gott í Runavíkar kommunu. 50 ára føðingardagsbarnið, sum tey øll halda so nógv av og ynskja alt tað besta, syrgdi sunnukvøldið fyri, at vónin um glæsiliga runda føðingardagsgávu er ljóslivandi.

Eftir uppgerðina ímóti uppflytarunum av Argjum vóru trý stig afturat sett inn á kontina, sum er vorðin so mikið tung, at tað røkkur til bronsupláss.

NSÍ hevði ímóti AB breiddina og tyngdina, sum tað eigur at verða roknað við, at lið við nógvum royndum monnum í fremstu røð hevur, tá ið mótstøðuliðið er nýtt í fremstu røð og fyri tað mesta mannað við spælarum, sum ikki hava royndir frá Formula fótbólti.

Men tað var neyðugt hjá heimaliðnum at arbeiða fyri søkini. AB stríddist manniliga, og gestirnir fingu eyka orku, tá ið tað eydnaðist at fáa fyrsta málið. Dómarin metti, at Óli Hansen fór um markið í nærdystinum við Súna Fríða Barbá, tá ið hornaspark varð lagt innfyri, og AB toppskjúttin umsetti sjálvur úr ellivu metrum.

Um tað hevði vitað heilt væl við hjá AB, so hevði leiðslan verið tvífaldað miðskeiðis í 1. hálvleiki. Langt diagonalskift úr høgru til Hanus Jacobsen, sum sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann smekkaði flatt innfyri málið, har Súni Fríði var á rætta staðnum í røttu løtuni, men bólturin fór upp um málið.

AB varð skert, tá ið liðformaðurin Jákup Martin Joensen noyddist at taka seg av vøllinum. Men varaliðformaðurin Rani D. Christiansen tók saman við Pæturi Jørgensen miðvallarábyrgdina á seg og var sera eyðsýndur. Morten Overgaard var raskur í miðverjuni, Súni Fríði var støðug álopshóttan, og 17 ára gamli Rógvi Poulsen sýndi fínar dygdir í høgru. Tá ið NSÍ síðtu løtuna hevði hug at toga í hondbremsuna var nakrar ferðir um reppið, at tað eydnaðist AB at javna, men tað bleiv ikki meiri enn nær við og næstan. AB vildi vera við, at brotsspark var gjørt ímóti innskifta Hendriki Rubeksen, men tað metti dómarin ikki.

 

Breiddin og tyngdin

Eingin ivi er um, at NSÍ venjarin mann fyri mann hevur betri fólk at arbeiða við enn Oddbjørn Joensen í AB. Úrslitið talar fyri seg. NSÍ skoraði tvey mál í 1. hálvleiki, og NSÍ hevði fleiri aðrar møguleikar at gera mál, men heimamenninir vóru ikki altíð nóg neyvir, og Magnus E. Poulsen stóð seg væl í AB málinum.

Tað er tó einki at ivast í, at NSÍ tilfarið eigur at leggja upp til betri fótbóltsspæl, enn teir vístu ímóti uppflytarunum. NSÍ var leikliga omaná, men á sama hátt sum hjá teimum í AB, so kom tað ov ofta fyri, at mistøk vóru gjørd – eisini í lítið pressaðum støðum. Ov nógvar sendingar vóru ikki nóg neyvar, og temjingarnar vóru ofta ikki nóg góðar.

Bogi Løkin javnaði til 1-1. Uppspælið í vinstru átti Hjalgrím Elttør, sum í løtum var rættiliga eyðsýndur. Hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann frá baklinjuni legði út frá til Boga, sum hegnisliga stýrdi bóltin í málið.

Óli Hansen er liðformaður hjá NSÍ. Hann gongur undan í verjuspælinum, og tølini siga, at hann er vandamiklasti málskjúttin. Sigursmálið, sum hann skoraði eftir frísparks framlegging frá Einari Hansen var fínt. AB ansaði ikki vandamikla manninum, sum aftanfyri handara stólpan heilfluktaði upp í nettakið.

Intensiteturin og sitringarnar vóru allar 90 minuttirnar, og hóast teir ikki vóru heilt álvuligir við soleiðis, sum tað útviklaði seg síðstu løtuna, so fóru teir gulu og svørtu fegnir til hús. Møguleikin er framvegis góður fyri, at dreymurin kann gerast til veruleika.