Bóltandi og skramblandi, sum var tað omanlop, kemur líkt og ólíkt, stórt og smátt, sitatir og lygnir, frustratiónir og snor frá yrkjaranum Jens Paula Heinesen í vambasíðari grein í Sosialinum 5. December. Kloddut og illa skrivað, uttan nakran reyðan tráð. Her er alt leysakastið skavað saman; tað fór í eina blandimaskinu uttan sement, í staðin fyri í eina makulaturmaskinu.
Hann boksar í eyst og vest, fimur á fótum sum Muhammad Ali, n?stan. Langar út eftir sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum og øllum øðrum skilagóðum fólkum, sum ikki hava latið seg forblenda av politisku halastjørnuni, sum í dag er landsstýrismaður í loysingarmálum.
JPH eigur ein heilan sekk við alverðsins sitatum. Hann fekk uppí nevan og stroyddi út á pappírið, koyrdi tey burtur, sum vóru óhóskandi. Við tveimum sitatum, annað 200 ára gamalt eftir Jørgen Landt, hitt 150 ára gamalt eftir Pløyen, kemur hann til tað niðurstøðu, ella hann heldur seg hava prógvað, at danskarar halda at føroyingar eru »R?ddiskítar, tjóvsv?tti og biddarar«. Og hetta er sjálvandi eisini galdandi í dag, sigur JPH.
JPH siterar seg sjálvan
JPH er ikki smáligur og ósm?ðin, tá hann fer í sitatsekkin at grópa. Her koma b?ði Tacitus, Platon, Móðir Teresa, Willliam Heinesen, Jørgen Frants Jacobsen og ein JPH (???). Er hetta Jens Pauli Heinesen sum siterar Jens Paula Heinesen sjálvan? Beint aftaná Platon? Ikki sørt ósm?ðið. Sitatir hava sjáldan nakað próvvirði. Og slettis ikki her. Tí hetta eru »klipt« sitatir, sum verða misvísandi, kanska beinleiðis lygnir. Hetta sømir seg ikki einum rithøvunda, sum vil vísa og siga okkum sannleikan. Lat meg taka eitt dømi:
JPH er sitatfuskari
JPH endurgevur Landt soleiðis:»Tapperhed troer jeg ikke just at kunne rose dem for«. (Dem, altso føringum) leggur JPH aftrat. Hetta er tað sum JPH f?r burturúr einari longri frágreiðing um dygdirnar hjá føroyingum, ið sum heild er sera positiv. JPH vil fáa lesaran at trúgva, at Landt skýrdi føroyingar at vera »r?ddiskítar«. Og hetta er ein stór lygn, harra Jens Pauli Heinesen!!!
Hvat skrivaði Jørgen Landt veruliga í bókini »F?røerne«, útgivin í 1800? Eg loyvi m?r trý longri sitat, síðu 245-46, fyri at fáa sannleikan fram:
»F?røboerne ere i almindelighed smukke og velskabte, og føre en temmelig god legems- stilling. Kuløren på deres hår er forskjellig, og det er ikke let at sige, hvilken der er den meest fremherskende, uden det skulle v?re den brune; deres ansigts farve er sund rød og hvid,...«
Hann heldur fram: »Fruentimrene ere for det meste ret smukke og vel proportionerede. I henseende til indbyggernes sjele-evner, da ere de langt vittigere end man skulde vente det af så isolerede øeboere, men om de endog heri overgåe en stor del af de øvrige danske provintser, hvilket jeg ikke er langt fra at bekr?fte, så har de vistnok deres naturlige frihed at takke herfor, samt den lykke ved deres daglige arbejder at kunne i samqvem underholde hinanden med deres samtaler.«
Og so koma vit til orðini, sum JPH klippur frá: »Tapperhed troer jeg just ikke at kunne rose dem for, men de kunne vel ikke så stort fort?nkes i, om de, ifald de såe nogle fjender for sig, om de, siger jeg, som uøvede og uden våben at forsvare sig med, helst søgde deres skjerm imellem fjeldene«. Eg kundi hildið fram. Landt skrivar nógv um dygdirnar hjá føroyingum, men eisini um lýtir, har hann nevnir brennivín, øvund og sleyg. Hann sigur eisini: »De ere religiøse og anst?ndige ved deres gudstjeneste«, ...»Fredelige og enige leve de for det meste med hinanden«...»G?stfrie ere de alle efter deres lejlighed«...»Lykkelige ere disse øers beboere ved deres nøjsomhed«...»Ja, medlidende og godgjørende ere f?røboerne«....»Redelige ere de i handel og vandel imellem dem indbyrdes«...»Redelighed, hj?lpsomhed og godgjørenhed...«
Niðurstøðan kann bert vera, at hetta er ein maður, sum ber føroyingum alt gott.
Her kemur manglandi trúvirðið hjá JPH klárt fram. Ein danskur prestur, sum n?stan bara hevur gott at bera føroyingum, verður kronglaður soleiðis, at lesarin kanska heldur, at Landt bara segði, at føroyingar vóru nakrir ?R?ddiskítar?. Jens Pauli Heinesen er sitatfuskari, so tað ber at lygnini.
Undirmenniskju
Restin av greinini hjá hesum sannleiksvitni, er eitt langt álop á sambandsfólk og javnaðarfólk, sum n?stan verða skýrd undirmenniskju, tí har eru so fá skald og intellektuel. Jørgen-Frants, sum skrivaði fyri ca. 80 árum síðani, verður drigin fram við sitatum, sum skulu prógva hesar frekleikar.
Eru skald, rithøvundar og onnur intellektuel betri samfelagsborgarar enn arbeiðsmenn, skrivstovufólk, dekkarar og sjauførar, sum »bara« gera sítt arbeiði. Tað s?r so út, at intelligentsian í Føroyum í dag at kalla øll somul er farin uppí halleluja-kórið. Dagarnir verða brúktir til rós og sjálvrós. Alt sum fyllir runt, skal heiðrast og kritikk-leyst forherligast. JPH tosar um at »skapa«. Hann hugsar bert um tað at skriva skaldsøgur og tílíkt er at skapa. Er tað at konstruera ein hekkutrolara, at sveisa stálplátur, at asfaltera veg, at skera flak, at bera postin út, at koyra bussin hjá Bygdaleiðum osfr. ikki eisini at skapa samfelagsvirði?? Neyðugt, samfelagsgagnligt arbeiði, sum er skapandi arbeiði. Men summi í intelligentsiuni halda seg kanska vera av tí betra slagnum, vera yvirmenniskju. Tví fyri!!!
Umframt politisku andstøðuna, so leggur pennasveiggjandi JPH eftir teknaranum Óla Petersen, tí hesin loyvir s?r at brúka sína karikaturlist til at fáa fólk at flenna í skellilátri at halastjørnuni í landstýrinum og snórahundinum hjá honum. Óli skal bukast, tí hann ikki er herðaklappari saman við JPH og øðrum intelligentsia-monnum á Parnassinum.
Tv?r kl?ntrasligar røddir
Sjálvt tv?r kl?ntrasligar røddir úr Danmark fáa av at vita. Tað er intelligentsiuni ovboði, at føroyingar, sum ikki hava adressu í Føroyum, loyva s?r at hava eina meining um politisku viðurskiftini í heimlandinum (eg kann av góðum grundum ikki siga í føðilandinum). Men helst eri eg ov innbilskur, um eg haldi, at JPH hugsar um meg. Eg havi ongantíð havt ?eitt sjúkligt hatur til tann eina mannin, Høgna Hoydal?. Eg havi ongantíð skrivað um mannin, bert um landsstýrismannin og tann politikk, hann agiterar fyri. Eg havi aldri nevnt hansara navn í nakrari grein ella viðmerking, tí tað er hvørki fornavn ella eftirnavn ella persónin, sum eg havi loyvt m?r at kritisera. Eina og aleina politikkin, sum m?r ikki dámar og ikki trúgvi uppá. Politikkurin er skaðiligur fyri vanliga fólkið.
Men JPH er um at fáa ein propp, tí ikki øll eru farin uppí heilagu alliansuna millum reaktionera borgaraskapin og hart rópandi intelligentsiuna. Um teir, sum muta ímóti, brúkar han pen orð sum: hysteriskar smádreingir, Goebbels, fussarí, sera illa orðað grenj, arketypisk øði. JPH hevur ikki s?ð ljótari skriving, eyknevni og øgiligar pástandir, esjar av kompleksum. Hetta eru øll hansara v?lvaldu, stílreinu orð.
Fullveldis-klikan man vera nakað skroypilig, tá so nógv orð ofrast uppá nøkur einslig lesarabrøv, ið ikki hava føroysk frímerki, sum loyva s?r at taka lut í orðaskiftinum. Einsr?ttingin er byrjað, b?ði tann sjálvbodna og tann tvungna.
Annars orki eg ikki fyri hasum ovurfølsama og kleimuta rithøvunda-skrivarínum um oyðimarkargongd og veraldarskomm, um at skíta í egið reiður, um at »vit liva undir hesum skammiligu viðurskiftum«. Her er vissuliga eitt ilt eyga, sum einki gott kann sjá.
Tit skuldu skammast.









