Sita fangar í Norðurkorea

Ein fyrrverandi norðurkoreanskur heryvirmaður vil vera við, at hann fyri sjey árum síðani sá sjey vesturlendskar fangar í Norðurkorea. Menninir, sum sóu út til at vera millum 70 og 75 ára gamlir, sótu í einari fangalegu. Hann fekk at vita, at menninir høvdu verið fangar síðani kríggið í Korea fyrst í fimmti-árunum.

Kim Yong var sjálvur fangi í leguni, men tað eydnaðist honum at flýggja úr Norðurkorea, og síðani hevur hann búð í USA. Hann hevur nú greitt einum amerikonskum mannarættindafelagsskapi, sum júst hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um politiskar fangalegur í Norðurkorea.

Tað er ein fyrrverandi ST-embætismaður, David Hawk, sum hevur skrivað frágreiðingina. Hann vil vera við, at millum 150.000 og 200.000 politiskir fangar sita í norðurkoreonskum fangalegum. Norðurkoreonsku myndugleikarnir hava alla tíðina avsannað, at legurnar eru til.