Konglig vitjan
Vitjanin hjá teimum kongligu á Tvøroyri seinnapartin týsdagin, kundi ikki eydnast betur. Veðrið var av tí besta, heilt nógv fólk var komið saman at síggja tey og tey kongligu vóru smílandi og vinarlig vísti gestablídninum ans.
Hóast lítil tíð er á hvørjum stað, eydnaðist tað teimum kongligu at leggja góð minni eftir sær í Suðuroy, tí tey góvu tey sær tær stundir sum yvirhøvur tilbar at heilsa uppá fólk, ung sum gomul og tey tvørafólk.
Fyrsti steðgurin var við skúlan í Trongisvági, har Tvøroyrar Býráð tók ímóti og so var farið beina leið út í byin.
Krúnprinsahjúnini fóru út á ellisheimið, har tey heilsaðu uppá búfólkið og sluppu at síggja sjúkrahúsið.
Kongshjúnini fóru listaskálan Oynna at hyggja eftir listaframsýning og síðani fóru tey í gamla kongliga einahandilin á Tvøroyri, sum enn er í varðveittur í sínm uppruna líki, men sum hevur verið betri kend sum Krambúðin hjá Thomsen nú í nógv ár.
Og har er nógv at síggja, tí umframt at varðveita bygningarnar, hevur Thomsen- ættin eisini varðveitt alt tað gamla skjalatilfarið í handlinu, tó at tað mesta er frá tíðini síðani einahandilin varð avtikin í 1856.
Um kvøldið var Tvøroyrar Býráð vertur fyri ein stórfingnan døgverða, áðrenn tey kongligu fóru úr aftur Suðuroynni við Kongsskipinum Dannebrog klokkan 22.30 týskvøldið.
Gav kongshjúnunum góð ráð
Í røðu síni fyri teimum kongligu ynskti borgarstjórin teimum kongligu hjartaliga vælkomnum.
Og at suðuroyingar eru serliga kongatrúgvir, lat borgarstjórin ongan iva vera um, tí hann fortaldi teimum, at ímillum manna verður Suðuroyggin eisini oftani nevnd Lítla Danmark.
Hann fortaldi teimum eisini, at uttan kongshúsið var kanska heldur onki Tvøroyri, tí fyrsta hús á Tvøroyri var kongligi úthandilin, sum varð bygdur í 1836.
? Men síðani hevur menningin verið øgilig, segði hann.
Og so fortaldi hann teimum eisini eina stuttliga søgu.
? Tá ið Fríðrikur, krúnsprinsur var føddur, útskrivaði eitt danskt vikublað eina kapping, har lesarar vórðu bidnir um at senda inn uppskot um, hvussu krúnprinsurin skuldi alast upp.
Ein av teimum, sum sendu inn, var ein 11 ára gamal tvøradrongur, sum nú er borgarstjóri á Tvøroyri.
Í svari sínum vísti tvøradrongurin á, hvussu fegin børn vóru um at búgva í Føroyum og tí helt at lítli prinsurin átti at sloppið at uppliva Føroyar so ofta sum gjørligt.
Hann helt somuleiðis, at tað var ikki gott at lata prinsin fáa alt, sum hann peikaði á, og hann skuldi heldur ikki hava so nógva leiku, at hann svam í tí, tí so kom at hann ikki at seta prís uppá tað.
Hvussu nógv av ráðunum, kongshjúnini hevði fylgt, visti hann ikki.
À døgverðanum sang Guðrun Sólja Jacobsen og Neil Magnussen spældu gittar og Jens Mortan Mortensen á klaverinum og Oddur Hentze á klarinett spældu eisini.
À døgverðanum fingu tey eisini gávur, sum vóru klæðir frá Pau.