Sissal nýtt marknaðar- og samskiftisfólk hjá IRF

IRF hevur sett 29 ára gomlu Sissal Evudóttir Lervig av Strondum sum nýtt marknaðar -og samskiftisfólk. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi í dag.


Sissal E. Lervig er kandidatur í talgildum samskifti frá Aalborg Universiteti, umframt at hon hevur lisið Altjóða Marknaðarføring á Akademiútbúgvingini hjá Glasi. Harumframt hevur hon viðkomandi arbeiðsroyndir frá føroyskum og donskum fyritøkum.


Millum arbeiðsuppgávurnar hjá nýggja marknaðar- og samskiftisfólkinum eru lýsingarátøk hjá IRF, heimasíðan, sosialir miðlar og innanhýsis og uttanhýsis samskiftisuppgávur.