John Johannessen
Grønlendski flakatrolarin, Sisimiut, er komin á Havnina at skipa veiðu sína upp til Skipafelagið Føroyar. Trolarin hevur verið til fiskiskap í norska partinum av Barentshavinum, og hevur hann fiskað 420 tons av flaki. Hetta hevur, við dagsins prísum, eitt virðið á 16 milliónir krónur, verður sagt í tíðindaskrivi.
Sisimiut skal eisini umvæla onkur smávegis brek á Tórshavnar Skipasmiðju, áðrenn hann páskaaftan fer aftur í Barentshavið at fiska.