Århus: Tað eru neyvan nøkur lomb, sum koma rennandi, tá rópt verður sirri í Nørregade í Århus. Í einari av teimum mest rokaðu gøtunum í Århus hevur føroyska ullavirkið Sirri latið upp handil. Grannarnir eru ikki sum í Vági ella í Gongini - men ullin er eins føroysk.
Ullavirkið í Vági hevur flutt eintøk av teimum flestu av teirra modellum í vøruskránni niður til Århus. Soleiðis at danir og ferðafólk í Århus kunnu finna nógv til halda seg heit við í komandi árstíðum.
Spontant hugskot
Tað verður Astrid MacDonald, ið fer at reka handilin í Århus. Hon eigur eisini sjálv hugskotið. Hetta er aðru ferð, at hon býr í Århus. Fyrsta skeiðið gjørdist ellivu ár, og steðgurin á hesum sinni hevur vart eitt ár higartil.
? Eg fekk hugskotið, tá eg sá, at hesin handilin var til leigu. Hann liggur ótrúliga væl fyri, og eg hugsaði beinanvegin, at her kundi eg fáa okkurt burturúr, sigur Astrid.
Hon var sannførd um, at handilshølini skuldu nýtast til okkurt við føroyskum tilknýti. Og tað var skjótt, at hon fór at hugsa um ull.
Árni Brattaberg og hansara fólk í Vági vóru ikki torfør at yvirtala. Tankin var als ikki fremmandur fyri teimum, men tey høvdu ikki kunnu fingið fatur á nøkrum hóskandi hølum.
? Tað eru ikki meira enn tveir mánaðir síðani, at eg skrivaði til teirra við hugskotinum. Og nú er handilin so latin upp, sigur Astrid.
Handilin skal eftir ætlan hava opið allar vanligar handilsdagar. Til at hjálpa sær hevur Astrid fingið Einar Petersen.
Geva tí ein kjans
Astrid, sum nógv óivað kenna sum listafólk, Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hevur hon ikki tær nógvu royndirnar sum handilsfólk. Og vitanin um ull er heldur ikki í serflokki, sigur hon. Men hon hevur longu nú lært seg nógv og væntar at læra meira og meira. Og hon er langtfrá at falla í fátt.
Hesa ársins tíð er eftirspurningurin eftir ullarvørum ikki tann størsti, og tað eru bæði Sirri og Astrid greið yvir.
? Vit rokna ikki við, at sølan fer at vera mest í summarmánaðunum, men vit valdu kortini at lata upp, nú vit fingu møguleikan, og forvitni millum fólk hevur verið stórt, sigur Astrid.
Og Astrid leggur eina við, at heita summarið í Danmark ikki ræðir tey.
? Vit halda okkum hava góðar vørur og vit geva tí nú ein kjans, sigur Astrid MacDonald.
Skuldi nakar verið á leiðini, so kunnu vit upplýsa, at adressan er Nørregade 22.