Kotini, húgvurnar og troyggjurnar hava fingið breiða undirtøku millum føroyingar. Á mótasýningini í Keypmannahavn vísti Sirri, at virkið als ikki hevur flutt seg. Sniðini eru grunnleggjandi tey somu, og har var einki pláss fyri nýhugsan. Meðan eitt modell fyri og annað eftir spákaði eftir catwalkinum við stórum klædnamerkiseðlum hangandi á klæðum sínum, var bert ein tanki, ið veruliga gjørdi um seg í høvdi mínum, hetta havi eg sæð fyrr. Um tú einki nýtt hevur at vísa, so er spurningurin um nøkur orsøk er til sat sýna fram.