Ein hitabrúgv yvir Føroyum viknar og fer í ein eystan, men eitt hátrýt mennis um Ísland, sum síðani ger veðrið við Føroyar støðugt eitt skifti. Sum vikan líður vendir kaldara veðrið aftur við norðanvindum, sigur danska veðurstovan DMI.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin regn ella sirm her og har, annars skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig. Týsnáttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað, men út á náttina klárar møguliga í norðanfyri. Hitin um 5 stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar og um náttina gerst lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað, men seinni klárar í, tó í støðum vandi fyri mjørka. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar, tó møguliga mjørki í støðum. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina niður í 5 stig.
Hósdagin frískar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýgggjað og møguliga regn ella sirm av og á og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sum frá líður klárar í av norðri og hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Leygardagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan. Yvirhøvur skýggjað og um náttina regn ella sirm av vestri. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.
Veðurforsøgnin hjá yr.no er at finna her.