Í morgin verður sirkus í Runavík. Tað er Cirkus Arena, ið vitjar í Føroyum, og fyrsta framførslan hjá teimum verðurí Runavík í dag, leygardagin kl 16. Tey fara eisini at hava framførslur í Havn sunnudagin, í Trongisvági mánadagin og í Klaksvík týsdagin.
? Framførslan í Føroyum hevur mangt spennandi at bjóða ? og talan er um artistarí á hægsta stigi, sigur Christian Warrer, sum er pressustjóri hjá Cirkus Arena. ? Har verður bæði »gys og spænding«, men fyrst av øllum nógv at grína eftir, sigur hann.
Fyri yngru áskoðararnar er tað ein stór uppliving at hitta franska heimsmeistaran í BMX freestyl, Stephan Curaudeau. Hann er til reiðar við eini sera spennandi framførslu á lítlum súkklum.
Samson ? alias Luka Odhiambo ? varð føddur í ein lítlum afrikanskum bý í West Kenya. Síðani hann sum 19 ára gamal steig fyrstu fetini í showbusiness, hevur hann hugtikið fólk kring allan heimin.. Eitt nú kann nevnast, at hann í 1996 og 1997 var ein partur av »The Greatest Show On Earth« í Ringling Bros and Barum & Bailey Circus.
Einki sirkus uttan klovn
Sjálvsagt verður nógv klovnarí eisini á skránni. Martino og Co er heitið á donsku klovna duoini, sum eftur hevur funnið fram skemntið til ársins show. Ballónaklovnurin Larna er klárur at seta fulla fer á flennivøddarnar, og Alexander Arli fer at vísa ein heilt nýggjan hátt at nýta stigan. Italski repriseklovnurin Jimmy hevur á heilt serligan hátt megnað at skapa sær eina karrieru í teimum stóru evropisku sirkusunum.
Framførslan býður eisini upp á ekvilibristiska fótjonglering, eitt nummar, sum ferð eftir ferð tekur áskoðarar á bóli. Hulla-hop fyribrigdið Navratil vísir, hvussu tú kanst hóreiggja tær við keyglum í luftini.
Nú mundu vit gloymt Pjerrot, júmenn Pjerrot er sjálvandi við í framførsluni saman við syngjandi sirkusstjóranum Benny berdino, ið sum siðvenja er leiðir áskoðararnar gjøgnum framførsluna.










