Goddag, mit navn er Lesbisk! er heitið á filmi, sum verður vístur til næsta filmskvøld í Sirkus, sum verður í annaðkvøld.
Filmurin gevur innlit í lívið hjá samkyndum kvinnum í Danmark frá 1950unum upp til okkara dagar. Frá einum lívi í loyndum í ´50unum til lesbisku kjarnufamiljuna í dag við mammu og mammu og børnum.
19 ára gamla Ena úr donsku elektro-duettini Fagget Fairys greiðir frá sínari uppgerð við muslimsku bakgrundina og at sláa ígjøgnum á klubbsenuni við lagnum Feed The Horse. Vit síggja upptøkur og hoyra søgur frá blómandi kvinnurørsluni í ´70unum. Tvær kvinnur giftast uppá siðbundna mátan, báðar í hvítum kjólum. Vit síggja eina barnafamilju við trimum børnum og tveimum mammum - umframft eina rúgvu av stuttligum og áhugaverdum søgum frá kvinnum millum 19 og 84 ár, ið greiða frá kærleika, einsemi, kynsleiklutinum, foreldraleiklutinum og familjuni.
Tað eru Minna Groos og Iben Haahr Andersen, ið hava leikstjórnað filmin Goddag, mit navn er Lesbisk!, ið er eftirspurdur um allan heimin. Nú kemur hann til Sirkus. Í morgin kl 21.00.