Sirkus biður um fíggjarligan stuðul

Skeinkistaðið heitir nú á fólk um at stuðla staðnum, so tey kunnu halda fram í sama bygningi

Korona hevur rakt populera skeinkistaðið Sirkus hart, og nú er bygningurin, har Sirkus heldur til, eisini settur til sølu.

 

Men eigararnir vilja fegnir hava, at Sirkus skal halda fram, soleiðis sum vit kenna tað og hava kent tað seinastu mongu árini. Tí hava eigararnir nú stovnað eina innsavning á Hópfíggingarportalinum við einari vón um, at føroyingar vilja stuðla staðnum, soleiðis at Sirkus Føroyar sp/f kann keypa bygningin. Hetta hevur verið eitt ynski, síðan tey lótu upp í 2009.

 

– Vit heita á teg um at stuðla okkum, soleiðis at okkara virksemi kann halda fram á sama stað, skriva tey á Hópfíggingarportalinum.

 

Til ber at stuðla við ymsum upphæddum, og tað ber eisini til at stuðla sum ábyrgdarlánsveitarar.

 

– Tá vit eru komin á mál, fara vit at halda eina minniliga veitslu fyri tykkum, sum stuðlaðu, og sjálvandi eisini áhaldandi fyri øllum øðrum, siga tey.