– Tá løgmaður sigur seg ongan áhuga hava at gera meira við málið, kann eg slett ikki góðtaka svarið, hann kemur við í tinginum í dag.
Tað sigur tjóðveldistingkvinnan, Sirið Stenberg, sum í munnligum fyrispurningi vildi hava at vita frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, um hann í kjalarvørrinum á nógv umrødda tollmálinum hevði álit á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Tað segði løgmaður seg hava, og heldur ikki var løgmaður við uppá, at landsstýrismaðurin legði eina fullfíggjaða frágreiðing um tollmálið fyri løgtingið.
Sirið Stenberg var eisini forfard av, at Kaj Leo Johannesen vildi vera við, at øll í politisku skipanini í áravís skuldu havt hoyrt um tollmálið, tí tvørturímóti helt hon, at fjølmiðlar í áravís til fánýtis hava roynt at fingið upplýsingar um nevnda mál.
Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.










