Sirið Stenberg um Novo Nordisk: Vit skuldu gjørt tað øðrvísi

Svarið til Novo Nordisk skuldi verið orðað øðrvísi. Tað ásannar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Tað hevur elvt til harðligt kjak, at altjóða grunnurin, Novo Nordisk, vendi sær til føroyskar myndugleikar í apríl í fjør um at stovna eina diabetis – miðstøð í Føroyum, men at svarið úr Heilsumálaráðnum var, at føroyskir myndugleikar ikki arbeiða við hesum í løtuni.

 

Tað hava nógv fatað sum at fyrispurningurin er vístur aftur, og tað hevur eisini verið funnist at, at tað er gingin so long tíð, uttan at nakað er hent. Og nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, reist spurningin á Løgtingi, og hevur spurt Sirið Stenberg, hvussu málið liggur, og nú stúrdi hann fyri, at málið dettur niður fyri.

 

Sirið Stenberg ásannar, at tað gingin ov long tíð, men at fyrispurningurin kom beint upp undir summarferiuna, samstundis sum at hon sjálv hevði havt forfall eina part av heystinum.

 

Hinvegin ásannar hon eisini, at tað var ein feilur, at svarið til Novo Nordisk varð orðað upp á handa mátan, tí tað átti at havt staðið, at vit venda aftur til málið. Samstundis váttar hon, at málið er ikki afturvíst.

 

Hon sigur, at samstundis boðaði Novo Nordisk frá, at tað var væl skiljandi, at hetta kravdi drúgva umrøðu, men at vit skuldu venda aftur, tá ið vit vóru til reiðar.

 

Men Sirið Stenberg sigur, at nú er málið tikið upp politiskt, men hon heldur, at tað hevur stóran týdning at allir flokkar eru við í viðgerðini av hesum máli, tí tað hevur eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum við sær.

 

Ein spurningur er, at tað brýtur við leistin, vit higartil hava skipað heilsuverkið eftir, tí skal ein privtur grunnur fáa fótin inn um í heilsuverkinum. Og tað er ikki sagt, at hesin grunnurin dregur somu línu, sum vit draga í diabetisviðgerðini og tað eru øll slík viðurskifti, vit mugu fáa greiði á, sigur hon.

 

Hava vit fyrst farin undir at lata dyrnar upp fyri privatum grunnum, kann tað skjótt vinda upp á seg, so at eisini aðrir grunnar fara at gera vart við seg, og tí mugu vit viðgera støðuna nágreiniliga fyri ikki at verða tikin av fótum, heldur Sirið Stenberg. 

 

Vit vita heldur ikki, hvat hetta tilboðið kann leggja afturat teirri viðgerð, vit longu hava. Men vísir tað se g, at eitt samstarv við Novo Nordisk er til frama fyri okkum, eiga vit sjálvandi at hyggja at tí.

 

Fyribils er málið viðgjørt á landsstýrisfundi. Tá menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið varð gjørd, var ein heilsupolitiskur fylgibólkur settur við umboðum fyri allar flokkar, og nú verður málið viðgjørt í hesum bólkinum eisini.

 

Fyrr í ár var fundur í bólkinum, og tá møttu umboð fyri Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Síðani hevur onkur fundur verið afturat, men heldur ikki tá var fundurin serliga væl mannaður, sigur Sirið Stenberg.

 

Men ætlanin við fundunum er at umrøða, hvussu framferðin skal vera og tí tí sambandi skulu flokkarnir taka støðu til málið. Fundur verður aftur um mánaðarskiftið, og tá væntar hon, at vit koma til eina endaliga niðurstøðu.

 

Sirið Stenberg sigur, at fyribils var bara talan um ein fyrispurning frá Novo Nordisk um áhugi var fyri einum samstarvi við tí endamáli at seta okkurt slag av einum diabetis ambolatorium á stovn í Føroyum. Tað varð nevnt, at talan er um eina íløgu upp á einar fimm til sjey milliónir, sum er tað, eitt slíkt ambolatorium kostar, sigur landsstýriskvinnan.