Sirið Stenberg má seta hart ímóti hørðum

Nú má landsstýrið taka ábyrgd, sigur borgarstjórin í Havn

 

 

Nú mugu landsmyndugleikarnir gera álvara av, og seta tiltøk í verk fyri at tryggja fornminnini í Kirkjubø og forða fyri at tey fara í havið í eini ódn. Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Tað verður nevniliga alla tíðina máað burtur av bakkanum, og nú standa tey so ytst á tromini, at nógv stúra fyri, at verður ein rættilig ódn aftur, verða tey skolað í havið.

Og hon heldur, at nettupp nú hava landsmyndugleikarnir ein søguligan møguleika við at tað, at ríkiligt av gróti verður til taks, nú farið verður undir at bora Sandoyartunnilin.

Annar hevur kjak tikið seg upp um, hvat grótið skal brúkast til.

– Eg havi fleiri ferðir víst á, at grótið er eitt stórt tilfeingi, sum kann nýtast til planering, til bústaðarøki, vegagerð, ítróttarøki, ídnaðarøki - og bakkaverju.

– At tyrva grótið, sum talan hevur verið um, er tó tann ringast hugsandi loysnin sum er, sigur borgarstjórin í Havn. 

Hon staðfestir, at tað er uppgávan hjá Landinum at tryggja fornminnini í Kirkjubø, og  tí er heldur eingin ivi um, at eigur grótið, ella ein partur av tí, eigur at verða brúkt til at tryggja fornminnini. 

– Tað er uppgávan hjá landsmyndugleikunum at finna útav, hvussu hetta skal gerast,  men tað skal avgjørt ikki skorta uppá vælvild frá Tórshavnar kommunu.

– Vit síggja eisini hetta sum eina skyldu at vera við til at verja hetta søguliga stað, alt annað er púra burturvið.

Men Annika Olsen sigur, at vilja friðingarmyndugleikarnir ikki ganga hesum á møti, eigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, at taka teir av ræði.

√it kunnu ikki vera vitni til at kirkjan í Kirkjubø  og onnur fornminni fara í havi orsakað av politiskum atgerðarloysi, heldur hon.

Les meiri her: Takið nú fornminnini í Kirkjubø í álvara