Leygarkvøldið 28. mai klokkan 21 ber til at hoyra løg hjá Alanis Morissette live í Føroyum, tá Alanis Morissette Tribute bólkurin fer á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Fyri skjótt 21 árum síðani gav Alanis Morissette slóðbrótandi fløguna út Jagged little pill, sum seldi meir enn 33 mió eintøk kring allan heim. Vit kenna løgini so sum Ironic, You Oughta Know og Hand in My Pocket, sum eru blivin nógv spæld, síðan fløgan kom út í 1995. Hesi seinastu árini eru heili 7 fløgur lagdar afturat, og hevur hon vunnið heili 7 Grammy-virðislønir. Alanis Morissette hevur havt stóra ávirkan á kvinnuligar tónleikarnar og slóðaði serliga fyri kvinnum innan rokkheimin. Eitt nú hevur blaðið Rolling Stones skírt Alanis Morissette at vera drotningin yvir alternativum rokki.
Alanis Morissette Tribute bólkurin at taka áhoyrarnar á eina ferð saman við Alanis, har tey fara at spæla løg av fyrstu fløguni og fram til í dag. Tað verður ein vælupplagdur bólkur, við nógvum sera dugnaligum tónleikarum, ið fer at framføra hetta kvøldið. Í bólkinum eru: Siri Sørensen – sang, Anita Hansen – kór, Fríða Hansen – kór, Harald Fonsdal Johannesen – trummur, Bergur Fonsdal Johannesen – bass, Bárður Petersen – guitar, Búgvi Johannesen – guitar og Rasmus Vigant Samuelsen – tangentar. Konsertin er fyri allar Alanis elskarar og tey, ið ynskja at læra Alanis Morissette at kenna.
Innan tribute bólkurin fer á pallin fara tvey nøvn at framføra, við yrkingum og tónleiki.
Sissal Kampmann, sum er aktuel við nýggjum yrkingasavni, byrjar kvøldið við upplestri úr savninum. At hita upp tónleikaliga koma Jasmin Mote, sang, og Vinjar Egilsnes Petersen, tangentar. Tey eru eitt up-and-coming navn í Føroyum, og spæla eitt sansaligt, lekkurt bland av soul, blues og jazz tónleiki.