Siri á odda fyri integratiónini í høvuðsstaðnum

Tórshavnar kommuna hevur sett Siri Helgadóttir Tórgarð í starv sum integratiónssamskipara. Tað skrivar høvuðsstaðarkommunan á heimasíðuni torshavn.fo í dag.


- Siri byrjaði í starvinum 1. november. Saman við trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs verður nú neyvari ætlan løgd fyri arbeiðinum, har tað verður lagdur dentur á at fáa í lag skipaðar mannagongdir, málrættað tænastustøði og økt innlit í integratiónsøkið sum heild, skrivar kommunan.


Arbeiðsuppgávurnar hjá nýggja integratiónssamskiparanum innibera millum annð at skipa fyri átøkum og samstarvi innan økið og veita kunning og vegleiðing til tilflytarar og aðrar áhugabólkar.


Kommunan upplýsir, at tey hava sett ein integratiónssamskipara í starv, eftir at økta tilflytingin til høvuðsstaðin við nýggjum borgarum úti úr heimi hevur við sær tørv á skipanum og tænastum bæði til borgararnar og kommununa sjálva sum tænastuveitara og arbeiðsgevara.