Sirið ógvuliga stúrin

Hetta er ómetaliga ó­rógv­andi og óheppið! Sirið Stenberg, for­kvinna í lands­stýr­is­mála­nevnd­­ini er ikki trygg við støð­una, nú løg­tings­for­mað­ur­in hev­ur sett Ann­finn V. Han­sen, løg­frøð­ing, at kanna leik­­lut­in hjá løg­manni og Kára P. Højgaard, lands­stýr­is­­manni.

Síðani eru fleiri spurn­ing­­ar settir við trúvirðið hjá kann­­ing­­a­r­­stjór­a­num.

Í hesum sambandi hev­ur ver­ið nevnt, at hann hev­ur sit­ið á Løgtingi eitt skifti sum var­a­maður fyri Fólka­flokk­in.
Hann er eisini for­maður í stýri­num fyri Sam­h­alds­fasta, sum var upp á tal at seta pen­ing í Eyst­ur­oy­ar­tunn­il­in.

Sirið Stenberg vísir somu­leið­is á, at Annfinn V. Han­sen eisini formaður í Gjalds­stov­u­ráð­­n­um og so er spurningurin um hann sostatt er ein part­ur í fyri­­sitingini, sum kann­ing­ar­stjór­­­in ikki skal vera.

Sirið Stenberg leggur dent á, at hon kennir ikki kan­n­ing­­ar­­stjór­an og hevur onga mein­­ing um hann sum løg­frøð­ing.

Men hon heldur, at tað er heilt ómetaliga ó­hepp­ið, at ivi verð­­ur sádd­ur um trúvirðið hjá kan­n­­­ing­­a­r­stjór­­­a­num, longu áðr­enn kann­ing­in er far­in í­gongd, sigur hon.

Hon staðfestir, at ein or­søk til at lands­stýr­is­mál­a­nevnd­­in vildi hava kann­ing­ar­stjóra, var fyri at kanna um nakað ó­lóg­ligt var farið fram.

– Men ætlanin við kann­ing­ini var avgjørt eisini at fáa eina ó­hefta kanning við tí end­a­máli at endurvinna á­litið á pol­it­isku skipanina, sum vit føldu, var fokið.

Men nú ivi er sáddur um trú­virðið hjá kann­ing­ar­­stjór­a­num longu áðrenn kanningin er far­in ígongd, er vandi fyri, at ivi eisini fer at verða sáddur um úrs­litið av kanningini, sama, hvat tað verður.

– Og so eru vit aftur í somu støðu, sum vit ætlaðu, at kann­in­g­in skuldi sleppa okk­um burt­ur úr, nevniliga, at misálit er á politisku skip­an­ina.

Skuldi mannagongdin havt veri­ð øðrvísi, tá ið kann­ing­­ar­stjór­in varð settur?

– Løgtingsformaðurin hev­­ur heim­­ild at seta kan­n­ing­­ar­­stjór­an. Hinvegin er tað ógv­­u­liga við­brekið, tá ið eitt fólk setir kann­ingarstjóran eins­­a­møll. Men tað setir so enn størri krøv til løg­tings­for­­mann­in, at hann ger sær ó­mak at finna rætta kann­ing­­a­r­stjóran.

Skuldi kanningarstjórin ver­ið funnin uttanlands?

– Tað hava vit sæð í onkr­um føri, sigur Sirið Stenberg.