Tað verður ikki enn á sinni, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fær eitt svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, viðvíkjandi útbyggingini av Tórshavnar havn.
Fyrr í ár tyktist annars, at kommunan hevði fingið loyvi til at byggja havnarlagið út, og hevði kommunan enntá valt arbeiðstakaran, ið skuldi standa fyri verkætlanini. Men í síðstu løtu gjørdi Býarskipanarnevndin hjá landinum vart við seg, og mælti landsstýriskvinnuni frá at veita kommununi loyvi til at útbyggja havnarlagið.
Tað kom ikki væl við hjá Heðini Mortensen, og eftir at landsstýriskvinnan hevði fingið nakrar vikur at taka eina avgerð, gjørdi hann greitt fyri tveimum vikum síðani, at hon fekk einans tvær aftrat at hugsa seg um.
Í dag eru tvær vikur farnar, men enn liggur eingin avgerð á borðinum, og tað tykist ikki, at landsstýriskvinnan letur seg trýsta á borgarstjóranum.
- Hetta er eitt stórt mál og avgerðin má vera væl grundað. Tí má viðgerðin taka ta tíð, tað er neyðugt hjá henni at taka, sigur Sirið Stenberg við Sosialin, ið var borin út til øll hús í landinum mikudagin.
Les meira um málið í Sosialinum.










