Venjarin hjá Manchester United hevur avskrivað Manchetser City og Chelsea og metur at meistaraheitið endar á Old Trafford ella Emirates leikvøllinum. Manchester United spælir í dag fyrsta av trimum dystum á rað á útivølli í Premier League. Oddaliðið er á vitjan á DW leikvøllinum í Wigan. Síðani skulu Sir Alex Ferguson og hansara menn á vitjan hjá Chelsea og Liverpool. Hóast Manchester United bara hevur tapt ein dyst í ár, so hava teir bara vunnið tríggjar dystir á útivølli.
- Tað verða vit ella Arsenal, ið vinna meistaraheitið, Tá kappingin nærkast endanum eru tað altíð tvey lið, ið renna undan. Tað tykist eisini verða tilfeldi í ár. Kanska 82 stig verða nokk til at vinna meistaraheitið í ár og eg dugi at síggja okkum fáa tey. Tað er líkamikið hvar tú sær stigini, sigur Sir Alex Ferguson á tíðindafundi í gjár.
Manchester United hevur 57 stig á fyrsta plássi, meðan Arsenal er nummar tvey við 56 stigum, men hevur spælt ein dyst fleiri. Manchetser City hevur 49 stig á triðja plássi og Chelsea hevur 47 stig á fjórða plássi.
- Tað verður torført hjá teimum at innheinta so nógv stig inná toppin, sigur Sir Alex Ferguson um Chelsea, Manchester City og Tottenham.
Wigan hevur ongantíð megna at fingið so mikið sum eitt stig móti Manchester United síðani teir fluttu upp í Premier League í 2005.
Premier League í dag:
Aston Villa ? Blackburn (15:00)
Everton ? Sunderland (15:00)
Newcastle ? Bolton (15:00)
Wigan ? Manchester United (15:00)
Wolves ? Blackpool (15:00)