Klokkan 19.45 í kvøld spæla Arsenal og Manchester United seinnu hálvfinaluna í Champions League-kappingini í fótbólti.
Fyrri dysturin á Old Trafford endaði við 1-0 sigri til Manchester United, og tí skal Arsenal leypa á, nú teir eiga heimavøll.
Men tað ræðir ikki venjaran hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson.
- Vit mugu fara á vøllin við ætlanum um at skora. Mest týdningarmikið av øllum er, at vit eru ein hóttan í dystinum. Vit hava dygdirnar, sum kunnu geva okkum eitt ella fleiri mál, og megna vit at skjóta hesi, standa vit í eini serstakliga góðari støðu, sigur hann.
Í Manchester hevur verið ivasamt, um Rio Ferdinand og Patrice Evra eru førir fyri at spæla. Báðir hava teir havt smærri skaðar, men báðir sigast nú vera til reiðar at fara á vøllin á Emirates Stadion í London.