Manchester United fekk í vikuskiftinum Rafael útvístan í dystinum móti Tottenham. Rafael var í øðini tá hann fekk reyða kortið frá Mike Dean. Enska fótbóltssambandið valdi tí at ákæra Rafael fyri vánaligan atburð. Hann fekk eina bót á góðar 75.000 krónur og eina ávaring um at vanda sær um málið í framtíðini. Umframt tað, so skal Rafael sita yvir ein dyst í Premier League.
Tí trupulleikanum hevur Sir Alex Ferguson tó eina loysn upp á. Á tíðindafundi herfyri segði hann við enskar miðlar, at hann bara kundi koyra Rafael í troyggjuna hjá tvíburðinum, Fabio, sum eisini spælur við Manchester United.
- Teir líkjast so nógv, at ongin hevði sæð mun og teir hava ivaleyst eisini somu DNA samanseting, sigur ein skemtandi Sir Alex.
Manchester United fær leygardagin vitjan av Birmingham.
Premier League hetta vikuskiftið:
Leygardagin:
Wolverhampton ? Liverpool (12:45)
Arsenal ? Wigan (15:00)
Blackpool ? Sunderland (15:00)
Everton ? West Ham (15:00)
Fulham ? Stoke (15:00)
Manchester United ? Birmingham (15:00)
Newcastle ? Tottenham (15:00)
Aston Villa ? Manchester City (17:30)
Sunnudagin:
Blackburn ? West Bromwich Albion (16:00)
Mánadagin:
Bolton ? Chelsea (20:00)