Sir Alex í øðini: Nani sló viðleikara

Nógv bendir á, at Nani er ein ferdigur maður á Old Trafford. Skal ein trúgva Dailymail í dag, so sló portugisiski vongur ein leikar á eykaliðnum eftir eina venjing herfyri.

 

Hendingin fór fram á venjingarstøðini hjá Manchester United. Tað gjørdist ilt millum Nani og David Petrucci til venjing. Tað endaði við, at Nani bað David Petrucci koma við sær í venjingarhøli. Restin av liðnum metti, at tað var fyri at tosa um tingini.

 

Tað endaði tó við, at Nani sló miðvallaran á eykaliðnum. Fleiri leikarar máttu koma í millum og skilja partarnar at. Dailymail hevur biðið Manchester United um eina viðmerking, men felagið hevur onga viðmerking til málið. Dailymail sigur seg vita, at Sir Alex Ferguson er í øðini um hendingina.

 

Framtíðin hjá Nani hevur verið eitt sindur óviss í Manchester. Søgurnar siga, at hann var ávegis Zenit í summar, men at russiska felagið ikki vildi geva honum høgu lønina, sum hann kravdi. Heldur ikki Manchester United er sinna at leingja samstarvi við portugisan, tí hann krevur ov nógv í løn.

 

Nani var skiftur út í hálvleikinum móti Liverpool í farna vikuskifti. Manchester United spælir í kvøld ímóti Tottenham á Old Trafford og tað er sannlíkt, at Nani verður við. Hetta mest tí at Anotnio Valencia ikki er tøkur.