Sir Alex aftur fingið bót

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur fingið enn eina ferð fingið bót fyri at úttala seg um ein dómara. Bótin er áleið 100.000 krónur.

 

Tað var eftir dystin móti Tottenham á White Hard Lane fyri einum góðum mánaði síðan, at Sir Alex var í øðini inn á annan hjálpardómaran, sum hann metti skuldi havt bríkslað fyri brotssparki til Wayne Rooney, sum fór um koll. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki.

 

Enska Fótbóltssambandið hevur nú givið skotska venjaranum eina bót upp á 100.000 krónur fyri brot á reglugerð E3, sum tað eitur. Tað er fyri at sáa iva um reinlyndi hjá einum dómara.

 

Sir Alex Ferguson noktaði seg sekan, men skal nú gjalda 100.000 krónur í bót. Samanlagt hevur Sir Alex fingið bøtur fyri áleið 800.000 krónur seinastu tíggju árini sambært Dailymail.

 

Mett verður, at hann hevur eina ársløn upp á áleið 70 milliónir krónur, so tað er ivasamt hvussu nógv svøvn hann missur.