Sinnisveik fram í ljósið

Tabu skulu brótast, allar oyggjar skulu fáast við, og vitanin skal økjast. Málið er at fáa bestu psykiatriina í Norðurlondum. Nýggja forkvinnan í Sinnisbata leggur hart út, og fríggjadagin gongur hon á odda fyri mótmælisgongu fyri sinnisveik í Føroyum

Bestu psykiatri í Norðurlondum.
Einki minni hevur nýggja forkvinnan í Sinnisbata, Soffi Egholm, sett sær sum mál, nú hon hevur lagt í vaði og ætlar at ruska føroyingar, so tey sinnisveiku verða tikin í álvara.
? Sjálvandi skulu vit stíla eftir tí optimala. Og tað ber til, at Føroyar verða eitt undangonguland. Føroyar eru lítlar, og vit hava eitt væl útbygt samskifti. Fólk hava góða vitan yvirhøvur, men tað haltar álvarsliga við psykiatriini, tí hon enn er tabu. Tað er hetta, vit skulu bróta niður og byggja upp við einum felags stríði, sigur Soffi Egholm.
Hóast hon hevur sett sær stór mál, so er støðan hjá sinnisveikum í Føroyum alt annað enn góð, sigur hon. Hon skuldi vitað, hvat hon tosar um, tí hon er sjálv psykoterapeut við sergrein í psykiatri, og í heili 26 ár hevur hon starvast innan psykiatri í Danmark.
Nú er hon flutt aftur til Føroya. Henni dámar veðurlagið, har alt stendur í einum ein dag, og tað er logn næstu løtuna. Tað er náttúrukreftir, henni dámar, og sum í yvirførdum týdningi mugu til, um skil skal fáast á viðurskiftunum hjá sinnisveikum.
? Eg var til ein fyrilestur hjá Sinnisbata, har eg fyrst gjørdist eykalimur. Eg varð skelkað um, hvussu illa tað stendur til í Føroyum, og tí fekk eg hug at taka eitt tak. Onkursvegna mugu vit fáa skipað økið, fáa tað formaliserað, tí tað eru alt ov fáar handlingar politiskt. Men í staðin fyri bara at rópa eftir politikarum, so mugu vit byggja upp, so vit fáa allar kreftir við, sigur Soffi Egholm.

Vitanin skortar
Góður vilji skal til, viðgongur hon, men fyrst og fremst er tað vitanin, sum er so alneyðug, og henni skal tað ikki skorta á. Restina av árinum hevur hon sett av til at skapa neyðug sambond kring oyggjarnar. Hon hevur flutt aðalfundin hjá Sinnisbata til januar, so felagið fær arbeitt við hesari verkætlanini burturav til ta tíð.
? Hetta verður ein áheitan á alt landið. Vit hava nakrar oyggjar, sum fullkomiliga eru uttanfyri, tá tað kemur til psykiatri, og tað er heilt galið. Har finnast nógvar kreftir, sum kunnu í brúkast í hesum felagsskapi, sum kann geva sinnisveikum betri sømdir. Vit mugu standa saman, og tað má ikki verða soleiðis, at tað bara eru brúkarar í hesum felagsskapi men ein felags fatan millum fólk yvirhøvur, sigur hon.
Tabu er størsta forðingin, og tað fer hon at gera nakað við sum tað fyrsta. Allir skúlar skulu kunnast, og tað hevur stóran týdning at fáa Pedagogskúlan við, tí pedagogar eru góðar at fáast við menniskju. Politikarar og arbeiðsmarknaðurin má eisini fáast við, tí tað ræður um at veita hjálp til sjálvhjálp.

Goymd og gloymd
Soffi Egholm heldur, at tey sinnisveiku í Føroyum tíðliga duttu burturímillum í samfelagnum og vórðu goymd og gloymd.
Eini 40 til 50 fólk hava verið innløgd í áravís. Tað byrjaði, tá tey komu heim úr viðgerð í Danmark í 70-árunum, og vórðu parkerað í sjúkrahúsverkinum, sum gjørdist teirra bústaður.
? Tað er ein skammblettur, sum setir spurningin, um sinnisveik í Føroyum hava grundleggjandi mannarættindi, sigur Soffi Egholm.

Skjót er góð hjálp
Tað týdningarmesta er, at sinnisveik tíðliga fáa hjálp. Tað er ikki støðan í Føroyum, heldur forkvinnan í Sinnisbata.
? Hetta eru fólk í djúpari kreppu, sum gerast verri at lekja, um tey bíða ov leingi. Og tað er eisini dýrari fyri samfelagið í longdini, tí tað er dýrari, at fólk bíða og gerast verri, enn at tey fáa viðgerð skjótt, sigur Soffi Egholm.
Alt byrjar við, at fólk fáa óttan fyri sálarveikum burtur og skilja, at tað er ein sjúka, sum kann henda øllum. Nú skulu tey sálarsjúku burtur úr gloymskuni og fram í ljósið, og tað fæst sjón fyri søgn fyri, tá mótmælisgongan verður oman á Vaglið fríggjadagin.