Sinnisbati fekk fyrstu kærleikskúluna

Tað gjørdist felagsskapurin Sinnisbati, sum í ár fekk fyrstu Kærleikskúluna. Listamaðurin, Torbjørn Olsen, hevur sniðgivið kærleikskúluna

Mynd: Álvur Haraldsen

Fyri løtu síðani bleiv Kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað á Listasavni Føroya.

 

Fyrsta kúlan bleiv handað einari virðiligari fyrimynd. Í ár gjørdist tað Sinnisbati, sum fekk heiðurin.

 

Sinnisbati hevur síðani 1982 arbeitt við at hjálpa fólki við sálarsjúku og fyri at avstikmatisera sálarsjúku.

 

Forkvinnan í Sinnisbata, Súsanna Olsen, var ovfarin.

 

- Tað eru tvey sløg av fólki - tey sjúku og tey, sum eru í vandabólki at blíva sjúk. Vandin lúrur alla tíðina, men vit kunnu blíva frísk aftur, og tað er gott.

 

Listamaðurin, Torbjørn Olsen, segði, at Kærleikskúlan ímyndar eina kvinnu, og tá kúlan verður hildin ímóti ljósi, sæst kvinnan og penslastrok til ein málning.

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen