Sinnisbati almenna skrivstovutíð


 

TíÐindaskriv


Sinnisbati fer nú undir at hava almenna skrivstovutíð í hølum felagsins á Íslandsvegi 10 C í Havn. Opið verður hvønn mikudag kl. 16-18. Hvønn fyrsta mikudag í mánaðinum verður tó opið frá kl. 16-19.30.

Fastir nevndarfundir

Sinnisbati hevur fastar nevndarfundir fyrsta mikukvøld í mánaðinum kl. 18-19.30. Tá er skrivstovan opin og er sostatt møguligt at hitta nevndarlimirnar tá.

Ein og hvør er vælkomin at seta seg í samband við nevndina tær tíðir, ið nevndar eru, umframt aðrar tíðir eisini.

Sinnisbati hevur tlf. 322544 og teldupostadressuna:

sinnbati@post.olivant.fo