Sinnisbati 25 ár

Tað eru 25 ár liðin, síðani felagið Sinnisbati varð stovnað. Dagurin verður hátíðarhildin við almennum haldi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 17. juni klokkan 16.

Soffi Egholm, formaður í felagnum, fer at bjóða vælkomin. Svenning av Lofti, sum var fyrsti formaðurin í felagnum, fer at hugleiða um søguna hjá Sinnisbata, og Tormóður Stórá, sálarlækni, fer at halda fyrilestur um depressión. Regin Jóanesarson fer at greiða frá, hvussu tað var at liva við alkoholismu og depressión. Bólkurin “Menniskja” frá psykiatriska deplinum fer at spæla tónleik, meðan kaffi og te við onkrum afturvið verður bjóðað, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi.