Jóan Petur á Stongunum hevur í hesum døgum givið eina nýggja singul út. ?In A Year?, sum hon eitur, kann takast niður á iTunes. Eitt videolag er eisini gjørt, og tað sæst á YouTube.
Amerikanska Marissa DiBlasio hevur skrivað ?In A Year? saman við Jóan Petur, tá hann var í Los Angeles á sangskrivaraskeið fyrr í ár.
Bárður Háberg hevur tikið lagið upp, og Chris Athens frá Sterling Sound í New York hevur mastrað. Hann hevur millum annað eisini mastrað fyri Coldplay og onnur kend nøvn. Eirikur Meitilberg hevur staðið fyri at gera videolagið, sum er upptikið í Føroyum.
Tey sum spæla eru Jóan Petur, Rakul á Stongunum, Bárður Háberg og Gunnar Guttesen.
Singulin er liður í einari komandi fløguútgávu, sum vónandi kemur út seint í 2011. Ein singul verður tó givin út áðrenn tað.
Videolagið sæst her:
http://www.youtube.com/watch?v=qRVrUVXXOuE>