Vælumtókta singer/songwriter kappingin verður nú aftur á Kafe Kaspar, og í ár eru vinningarnir størri enn nakrantíð áður.
Vinnarin sleppur í Studio Bloch at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi.
Harumframt hevur Kafe Kasper fingið í lag samstarv við G! festivalin, ið bjóðar ein av finaluluttakarunum á pall á ársins festivali í Gøtu.
Eisini er avtala gjørd við fremsta upcomingfestivalin í Danmark, SPOT Festivalen í Århus 2011, har vinnarin sleppur at luttaka. Hesin festivalur var m.a. við til at seta ferð á yrkisleiðina hjá Teiti, tá hann framførdi har í 1999.
Reglugerðin fyri luttøku er nakað broytt í ár, tí nú ber eisini til luttaka sum tvímannabólkur. Øll eru vælkomin at vera við, tó er aldursmarkið sett á 15 ár. Hvør luttakari framførir trý løg og í mesta lagi 20 minuttir. Minst tvey av løgunum skulu vera egið tilfar hjá tí, sum framførir.
Singer/songwriter kappingin verður hildin á Kafe Kaspar og verður skipað við trimum undanumførum tann 17. apríl, 24. apríl og 1. mai. Finalan verður 8. mai. Longu nú ber til at melda seg til á www.mess.fo ella á telefon 220 230.
Kappingin í ár verður fyriskipað í samstarvi við Futt, TUTLhandilin á Káta Horninum, Felagið Føroysk Tónaskøld, Koda og Mess.
Hetta er fimta ferðin, at kaféin á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping.
Øll árini hevur luttøkan verið sera góð, og okkara fremstu tónleikanøvn hava luttikið. Kappingin hevur virkað sum lopfjøl hjá vinnarunum.