Singer/songwriter 2005

Leygarkvøldið byrjar kappingina um at gerast besti singer/ songwriter tónleikarin í Føroyum. Kappingin verður í ár fyriskipað á triðja sinni, og áhugin hevur ongantíð verið størri

Vinnararnir ávíkavíst í 2003 og 2004, Kristleif Zachariasen og Rókur Jacobsen, hava vunnið nógv fram millum føroyingar, síðani teir vunnu hvør sína singer/songwriter kapping.
Ikki minst teir góðu vinningarnir gera, at áhugin ár um ár hevur verið góður. Vinnarin fær nevniliga upptøkudagar í einum vælútgjørdum studio. Serliga fyri Kristleif Zachariasen gjørdist hetta ein rættiligur fongur, tá hann fór undir at spæla sína egnu fløgu inn.
Leygarkvøldið verður fyrsta ábendingin um, hvør í ár sleppur at royna seg í einum góðum upptøkuhøli. Luttakararnir skulu spæla tvey egið løg og síðani eitt lag eftir egnum vali. Royndir dómarar gera av, hvør vinnur kappingina.
Royndir tónleikarar
Hóast singer/songwriter navnið ikki er serliga føroyskt, so verða tað fýra ógvuliga spentir og ógvuliga ymiskir føroyskir luttakarar við leygarkvøldið.
Hóast hann hevur givið tveir fløgur út, so hevur elsti luttakarin leygarkvøldið, Petur Háberg Jacobsen, ongantíð staðið á palli einsamallur áður. Tónleikaáhugaði reiðarin er ikki mettaður av tónleiki enn og hevur hug at royna seg fullkomiliga einsamallan, sum er eitt av eyðkennunum við singer/songwriter stílinum.
Við sínum tretivu árum er Brandur Karlson Jacobsen fimm ár yngri enn Petur Háberg Jacobsen.
Fleiri kennast óivað við navnið, og tað er ikki uttan orsøk. Vit kunnu fara heilt aftur til 1991 fyri at finna hann sum vinnari av Àrsins songrødd kappingini. Hann hevur eisini verið at hoyrt í øðrum sambondum, men tey seinnu árini hevur hann ikki verið so nógv frammi alment sum tónleikari. Nógv er broytt síðani 1991, og tað verður spennandi at síggja, hvussu singer/songwriter stílurin og Brandur rigga saman.
Av kendum ættum
25 ára gamla Guðrið Hansen er einasta kvinnan í hesum fyrsta umfarinum. Hon er ikki tann einasta frá Hansen familjuni, sum verður umboðað í kappingini í ár. Eisini beiggi hennara, Fróði, fer í einum seinna umfari at luttaka.
Guðrið hevur verið at sæð á palli í Føroyum í ymsum høpum. Millum annað hevur hon sungið kór í Prix Føroyum. Hon hevur eisini luttikið í íslendsku útgávuni av Idol, har hon stóð seg rættiliga væl. Hon ætlar sær nú at fara at gera meira við tónleikin, og hon sær hetta sum eitt óført høvi at sleppa nærri nøkrum góðum upptøkumøguleikum.
Yngsti luttakarin leygarkvøldið verður Opor Thorleifsson. Hóast bert tjúgu ár hevur landarin av Skála spælt eitt sindur fyri fólki í Føroyum og í Danmark. Hann kundi gott hugsað sær, at tað gjørdist til meira, og tí hevur hann eisini meldað seg til singer/ songwriter 2005. Hann verður fyrstur á pallinum, tá Singer/songwriter 2005 fer av bakkastokki leygarkvøldið kl.22.00 í Hafnia Lounge.