Tað sær út sum, at javnaðarflokkurin er rættuliga farin í hernað mótvegis tjóðveldisflokkinum, og serliga formanninum Høgna Hoydal. Vápnini eru ongantíð nóg ljót ella skitin. Hampafólk øtast og undrast, og mong hava tikið til pennin, eins og undirritaði.
Ein kann spyrja, hvat er gali hjá javnaðarflokkinum?? Haldi bara eg kann taka undir við øðrum, sum eru komin við boðum uppá hendan spurningin, at tað er "frustratión", sum fær tey at bera seg so at. Flokkurin stendur bara á síðulinjuni uttan ávirkan og rópar ókvæmisorð. Hesa støðu hevur hann bara sær sjálvum at takka sær fyri, við sínum afturhaldandi og tvøra politikki, ella rættari sagt tørvandi boð uppá politik, og sum handlangari fyri fremmant yvirvald.
Orð sum nasistar, fasistar, krýstallnáttin, Hitler, Stalin, bølmenni í Albania og hvat veit eg, verða brúkt um formann floksins. Tá so Høgni Hoydal, sum enn ikki hevur stevnt nøkrum fyri ærumeiðing, mælir til siðiligheit, og at vanda sær um orðini, gerðast hesi fólk púrasta frá sær sjálvum av øði, og í blindum haturi og illsinnisherðindum halda tey á at kalla, útspilla og dálka hann og flokkin. Ringasta orðavæl, sum ein helt bara var at finna úti á gøtuni, draga tey inn á okkara fyrr so tignaliga løgting.
Nú eina náttina varð hakakrossurin hjá týsku nasistunum málaður uppá ein samkomubygning í Klaksvík. Um tað er ein avleiðing av hesari javnaðarøsing veit eg ikki, men tað er nærliggjandi at hugsa so. Frammferð og øsing javnaðarmanna elir í hvussu so er ikki til tað øvugta, so eg spyrji, hvat verður tað næsta??
Í eini grein í bløðunum í síðstu viku misbrúkar formaður javnaðarfloksins undir heitinum "Tey reinu ? tey røttu ? tey rættvísu", sjálvt Orð Guds. Hann samanlíknar Høgna við farisearan í templinum og seg sjálvan við tann neyðars tollaran. Eisini misbrúkar hann myndina um flísina og bjálkan. At tveita hetta eftir Høgna, heldur enn at brúka tað uppá seg sjálvan er skelkandi. Ein og hvør eigur fyrst og fremst at rannsaka seg sjálvan, um viðkomandi sjálvur hevur nakran bjálka ella flís í egnum eyga. Men kanska fari eg skeivur. Jóannes hevur kanska rannsakað seg sjálvan, og bara ongan bjálka ella flís funnið hjá sær sjálvum? Hvør er tá farisearin og hvør er tollarin?? Hetta kunnu lesararnir sjálvir meta um. Lat okkum sleppa undan slíkari gudsspottan.
Í somu grein skrivar Jóannes: "Ikki tí, Høgni Hoydal er í orðavali og framburði vanliga sera hampuligur....". Her er okkurt, sum ikki samsvarar í nevndu grein. Í øllum førum hevur formaður javnaðarfloksins givið "bølmenninum" í tjóðveldisflokkinum besta skotsmál. Er tað hetta sum innast inni pínir javnaðarfólk, at tey ikki liva upp til at brúka eitt hampuligt orðaval og framburð, og so fær tey at gartera so í av reinari øvund???
Annars er greinin sera óndsinnað og full av lygnum, haturi og á allan hátt ósømulig. At hugsa sær, at greinin er skrivað av einum sum bjóðar seg fram sum løgmannsevni. Neyðars føroyingar.