Tað hevur verið nakað kaldari enn vanligt, bæði við flogvøllin á Svalbard og í Longyearbýnum annars, og soleiðis hevur verið seinastu 30 samdøgrini.
Tað veit www.svalbardposten.no at siga.
Tá viðhefta mynd varð tikin í endanum av oktober, vóru 12 kuldastig og nakað av vindi. Meteorologiski stovnurin leggur hvønn dag út tøl yvir hita/ kulda, avfall og vind.
Í hesum tíðum halda flestu granskarar, at jørðin spakuliga - men sikkurt - verður heitari.
- Tí er tað eitt sindur serstakt, at Svalbard hesi seinastu 30 samdøgrini hevur verið nakað kaldari enn vanligt, skrivar heimasíðan.
Lagt verður aftrat, at seinastu 30 samdøgrini hevur miðalhitin - ella rættari kuldin - við flogvøllin ligið á 7,5 kuldastigum. Tað er 0,2 stig kaldari enn vanligt yvir eitt langt áramál.
Mesti hiti seinasta mánaðin var 0,3 stig, og hetta varð mált hin 16. oktober. Kaldasta samdøgrið vóru 14,5 kuldastig, og hetta var hin 22. oktober.
- Tá hugt verður eftir, hvussu november mánaði higartil hevur lagað seg, hevur mánaðin higartil tó ikki verið kaldari enn vanligt, men heldur heitari, leggur heimasíðan aftrat.