Sindur av hvørjum í SportBoxini á Rás2

Í sendingini, sum byrjar klokkan 10 verður prátað um súkkling, frælsan ítrótt, flogbólt, U17 EM og effodeildina

 

Klokkan 10 til 12 verður SportBoxin á Rás2. André Olsen, Tróndur Arge og Heri Simonsen eru vertir.

 

Sendingin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Skráin fyri SportBoxina, fríggjadagin 5. mai :

 

Klokkan 10 til 11:

 

1. Hallur Holm kemur í Rásarúmið at tosa um oyggjaleikahópin hjá Frælsum Ítrótti, og um umstøðurnar hjá Frælsari Ítrótt í Føroyum. Nomið verður eisini við kapping í hálvum marathon.

2. Fleyr fyllir 40, og tey skipa fyri firmakapping í flogbólti. Óli G. Samuelsen vitjar Rásarúmið.

3. Ringt verður til Danmarkar til føroyska elitu-súkklaran, Torkil Veyhe.

4. Mett verður um 7. umfar í effodeildini, og U17 EM-dystin, Føroyar-Frakland.


Klokkan 11.10-12: 

 

Fótbóltspanelið við Tróndi Arge. Áki Johansen og Pól F. Joensen, U17 landsliðsvenjarar eru gestir, umframt teir báðar landsliðsvenjararnar, so verða eisini fysioterapeuturin, Heri Johnsson og liðleiðarin, Andrass Thomassen gestir í sendingini.