HB heimasíðan boðar í kvøld frá, at Símun Samuelsen, sum í ár hevur verið leikandi hjálparvenjari hjá HB, ikki longur er partur av felagnum.
Nógvu skaðarnir seinastu tvey kappingarárini, hava gjørt, at spælitíðin til Símun Samuelsen ikki hevur verið so nógv, sum hon átti at verið. Símun Samuelsen var annars avgjørdi profilurin, tá HB í 2013 vann sítt seinasta FM heitið.
Heimasíðan skrivar at Símun Samuelsen er frístillaður í HB, og tí frítt kann royna seg aðrastaðni.