Símun hevur skrivað undir

Venjarin verður tann sami hjá EBS/Skála kvinnunum, sum hann hevur verið

Tað hevur ligið i kortunum, og nú er tað staðfest.

 

Í kvøld boðar EB/Streymur/Skála kvinnur frá, at venjaratoymið verður tað sama, sum tað var í fjør.

 

Símun Eliasen var høvuðsvenjari hjá liðnum í bestu deildini í 2021, og hann verður eisini venjari í 2022.

 

Síðsta kappingarár vóru Sunnuvá Vesturdal og Óli hjálparvenjarar, og tað vera tey eisini í 2022.

 

Síðsta kappingarár endaði EBS/Skála á bronsuplássinum. Undan síðsta umfari var liðið næstfremst, men 2-1 tap í Gundadali ímóti HB samstundis, sum NSÍ vann 7-0 á heimavølli ímóti B36, bar við sær, at silvurkrónurnar endaðu í Runavík, og EBS/Skála fekk handað bronsukrónurnar.