Símun: FC Suðuroy yvirlivir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Símun Samuelsen bleiv skaddur leygardagin, og var tí ikki við í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Símun Samuelsen, sum er fluttur úr HB til FC Suðuroy at leika seinnu helvt av kappingini í effodeildini. 

 

Símun fekk ein minni skaða leygardagin, sum forðaði honum at verða við ímóti HB í dag. Símun er fegin um avrikið hjá FC Suðuroy, og er ikki í iva um, at FC Suðuroy yvirlivir niðurflytingarstríðið. FC Suðuroy hevur nógvar útidystir seinastu umførini, og tí er tað týdningarmikið at fáa stig á útivølli eisini.