Símun Eliasen og Fremad í Superliguna

Fótbóltur: Århus Fremad flutti fyrrakvøldið upp í Superliguna. Fuglfirðingurin Símun Eliasen spælir í felagnum

Símun Eliasen kann eftir summarsteðgin fáa kjansin í Superliguni.

Felag hansara, Århus Fremad, flutti fyrrakvøldið upp í Superliguna eftir sigur á Fremad Amager, og í august tørnar felagið út í bestu donsku deildini fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Århus Fremad fyllir í hesum døgum 100 ár, og besta føðingargávan felagið kundi fáa, gjørdist veruleiki mikukvøldið.

Fuglfirðingurin Símun Eliasen er í felagnum, men hann hevur verið álvarsliga skaddur og hevur ikki spælt í fleiri mánaðir. Símun var við í fyrireikingini hjá Århus Fremad til seinnu hálvu av kappingini, men í hesi fyrireiking var Símun so óheppin at bróta beini í venjingardysti.

Tað hevði gingið Símuni serstakliga væl, tá skaðin hendi, og hann var á veg inn á besta liðið, men ístaðinfyri at vera við í kappingini um pláss á besta liðnum, noyddist Símun at binda frið í fleiri mánaðar, og hann er framvegis ikki komin rættiliga fyri seg eftir beinbrotið.

Símun Eliasen hevði eisini vunnið sær pláss í landsliðshópinum hjá Allani Simonsen, og verður uttan iva uppá tal aftur, tá hann er komin rættiliga fyri seg.

Danska kappingini fer nú í summarfrí, men steðgurin er ikki langur, tí longu í august mánaði skulu spælararnir verða til reiðar at fara undir fótbólt aftur.

Tá spælir Århus Fremad í Superliguni, og Símun Eliasen verður við í kappingini um plássini á besta liðnum.