Símun aftur til Vágs

Símun Samuelsen fer at spæla við FC Suðuroy restina av kappingarárinum

FC Suðuroy hevur júst boðað frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Símun Samuelsen um at spæla við felagnum restina av hesum kappingarárinum.

 

Símun Samuelsen bleiv fyrr í vikuni fríttstillaður í HB, har hann var leikandi hjálparvenjari.

 

Nú vendur vágbingurin so aftur til barndómsfelagið, har hann ikki hevur spælt síðani í 2005.