Oljuvinna
Vit hava fyrr skrivað um Simprentis, sum ger og veitir skeið í millum øðrum leiting eftir olju. Skeiðini eru sermerkt á tann hátt, at luttakararnir læra við at taka avgerðir í einum hugsaðum veruleika. Grundhugsanin er, at tú lærir betur, tá tú virkin tekur avgerðir - heldur enn bara at sita afturá og móttaka upplðsingar.
Hetta er ein undirvísingarháttur, sum vinnur frama uttanlands, og skeiðini frá Simprentis hava vakt stóran áhuga bæði í Noregi og Bretlandi.
- Fólk eru troytt av skeiðum, har lítið annað hendir enn at upplýsingarnar fara inn gjøgnum annað oyrað og útaftur gjøgnum hitt. Virkin undirvísing krevur nakað av luttakarunum, og tað vísir seg at virka, sigur Ólavur Ellefsen frá Simprentis.
Skeiðið er fyri øll, sum vilja vita, hvat virksemi er tengt at oljuleiting, og hvat oljufeløgini í veruleikanum brúka peningin til í sambandi við leiting eftir olju.
Framvegis eru stórir møguleikar í oljuleiting í Føroyum, hóast tað sýnist trekt at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Til dømis kann nevnast, at samlaði kostnaðurin av teimum 4 brunnunum, ið oljufeløgini hava bundið seg til at bora í Føroyum í 2005 og 2006, liggur millum 600 og 800 mió kr, sum í størst møguligan mun skulu nýtast í Føroyum.
Pláss verður fyri í mesta lagi 24 luttakarum á fyrsta føroyska skeiðinum, sum verður í Havnini 4. mars. Meira fæst at vita á heimasíðuni www.simprentis.com