Simonsen var vónbrotin

- Sjálvsagt eri eg vónbrotin um úrslitið.

Tað segði Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, eftir dystin á Argjum í gjár. Hann staðfestir, at tað var torført at spæla móti verjukendu argjamonnunum.

- Teir leggja seg á odda eftir einum korteri og flyta síðan liðið aftur á vøllin. Vit hava ikki hugflog at skapa vandamiklar støður. Móti endanum royna vit ymiskar loysnir, millum annað við útskiftingum, men tað kostar í hinum endanum, sigur Jón Simonsen, sum væntar, at stigini skjótt koma til høldar.