Simona vann fríggjadagin

Tað var full semja, tá fjølmiðlarnir skuldu gera av, hvør skuldi hava heiðurin sum dagsins spælari í dystinum móti Georgia. Hóast Fríða Petersen mundi vera líka so greitt nummar tvey, so peikaðu øll umboðini á Simonu Hansen, sum soleiðis kundi fáa dagsins útgávu av venjingartaskuni. Hesa ferð handað av Súna Merkistein frá Útvarpinum.