Simon von Konoy við jóla- og nýggjárssangi

Føroyski útisetin Simon von Konoy hevur um alnetið júst givið út tveir sangir. Báðir eru á donskum máli.

Hin fyrsti er ein jólasangur um gávur, frið, kærleika og øðrum, ið hoyrir jólunum til. Heitið á honum er ”Fordi det er jul”.

 

Lukasjenko

 

Hin sangurin er meira løgin, og hevur fingið heitið ”Lukasjenko”. Hann er um eina nýggjársaftansveitslu heima hjá eini familju, har øll hugna sær við góðum mati og onkrum leskandi afturvið.

 

Tá ið klokkan nærkast miðnátt og fólk fara frá borði, er ætlanin, at øll fara uttar at bresta kinesarar, senda rakettir upp í loft við meira.

 

Við eitt gerst frúan í húsunum varðin við, at hon hevur gloymt at keypa fýrverk, og so er hin grái leysur.

 

##med2##

 

##med3##

 

Men maður hennara er góður í ráðum. Hann veit, at ”fitti” Lukasjenko hevur ein handil nærhendis, ið selur kinesarar við meira av tí sterkara slagnum, so han leitar sær oman til hansara, har hann ognar sær sítt fýrverk.

 

Og løtu seinni gerst veitslan til eitt satt brak av einum nýggjárskvøldi, har ein vegsíðubumba brestir á borðinum, húsini hjá grannanum fara í luftina og so framvegis.