Simon von Konoy við nýggjari stakfløgu

»Are you lonesome tonight« er heitið á nýggjari stakfløgu, sum føroyski útisetin, Simon von Konoy, gevur út í hesum døgum.

 

Sangurin er ein av fimtan, sum eru á eini countryfløgu, ið kemur á marknaðin í juni/juli 2016. Heitið á skivuni er »Mexican Joe«.

 

Ein video av sanginum er løgd á youtube – sum kann hoyrast við at trýsta á pílin á myndini.