Simon Cowell sigur dómarar úr starvi

Faðirin at X-Factor, Simon Cowell, sigur nú Paula Abdul og Nichole Scherizinger úr starvi.

 

Tann víðagitni dómarin í alskyns amerikanskum og bretskum undirhaldssendingum er kendur fyri at vera harður og kontantur – eisini við hinar dómararnar.

 

Og nú stýrir hann X-Factor í Amerika so hart, at hann sigur dómarunum úr starvi. Tað eru tær báðar Paula Abdul og Nichole Scherzinger, sum eru sagdar út starvi.

 

Orsøkin til uppsagnirnar er, at hyggjaratølini ikki eru so høg, sum væntað.

Útlendskir miðlar skriva, at einans 12 milliónir fólk síggja sendingina. Simon Cowell væntaði sær 20 milliónir hyggjarar, og tí skulu tøk takast, um ynskini hjá dómaranum skulu røkkast.

 

Sambært bretska Mirror vil Simon Cowell hava Mariah Carey sum dómara í X-Factor.

 

Í 2001 gjørdist Simon Cowell eitt heimskent navn, tá ið hann játtaði at vera dómari í sjónvarpssendingini Pop Idol í Bretlandi. Men hann er eisini høvuðsmaður handan X-Factor og Britain’s Got Talent.